Hvat kann eg vænta?

Kemur tú á Brekkuleguna 2025, kemur tú til eina fantastiska uppliving! Eina uppliving fyri lívið! Á Brekkuleguni sleppur tú at royna teg sum ein sannur skóti við nógvum stuttligum virksemi, hugna, legubáli og øðrum.

Legan er skipað við einari høvuðsskrá, har tit koma at velja innihaldið í skránni. Hvør patrúlja hevur sítt innihald, alt eftir hvat virksemi hon velur.

Á leguni leggja vit dent á, at tað skal vera stuttligt at vera skóti. Samstundis sum tú ert partur av tínum skótabólki, verður tú eisini ein partur av einum felagsskapi tvørturum landamørk.