Praktisk viðurskiftir

Veðrið í Føroyum:

Summarveðrið í Føroyum er ikki líka sum flestu aðrastaðni. Í Føroyum er tað ikki altíð so heitt, og tí er umráðandi at hava heit klæðir við. Í føroyum regnar tað 300 dagar um árið, so tað er næstan sikkurt, at tað fer at regna onkuntíð á leguni. Tí verður viðmælt at hava okkurt regnavvísandi við eisini.

Føroyska veðrið kann koma við ymiskum avbjóðingum og tí mæla vit øllum útlendingum til at koma til Føroya í seinasta lagi 30. juli. Summir aktivitetir eru bundnir av veðrinum, tí verður fyrivarni tikið fyri hesum á leguni.

Hvussu pakki eg?

Brekkulegan er ein skótalega, og sova vit í telti, so man tekur ikki kuffert við á leguna. Tú tekur ein góðan skótaryggsekk, sum passar til ryggin hjá tær. Tað kann vera sera gott at hava eitt regnskjól til ryggsekkin, so hann tolir vætu. Vit viðmæla at hava heit og góð klæðir við. Umráðandi at hava regnklæðir eisini.

Hvat er við í legugjaldinum?

Í legugjaldinum er alt tað grunnleggjandi við. Tí nýtist tær ikki at hugsa um annað enn lummapening.

Íroknað legugjaldi er:

IST:

IST (Intenational Service Team) fáa bjóðað morgunmat, døgverða og náttverða frá køkinum, ella matpakkar, um tey eru stødd langt burtur frá leguøkinum. IST fáa innivist og sova ikki í telti í meðan legan er.

Arbeiðsskipan:

Arbeitt verður í patrúljum, og luttakarinir búgva á sínum egna leguøki, har tey seta telt upp, pionera ingangsportal og pynta sítt øki, sum tey ynskja.

Culture day:

Ein av døgunum á leguni verður “Culture day”, har allir skótar hava okkurt sermerkt við frá sínum heimstaði/landi/býgd/býi. Hetta kann vera sera ymiskt.

Tú kanst hava:

Býta um merkir og turriklæði:

Vanligt er eisini á tílíkari legu at taka ymisk merki, sum man kann býta um við aðrar skótar kring heimin.

Eisini er vanligt at hava eyka turriklæði, so man kann býta sítt turriklæð um við eitt annað hjá einum øðrum skóta.