Søgan um Brekkuleguna

Tað hava ikki verið nógvar altjóða skótalegur í Føroyum, men tó er tað ein, sum øll minnast ella hava hoyrt um. Í 1983 var sokallaða Brekkulegan. Legan varð løgd uppi á Brekkum í Leirvík 28. juni – 3. juli. Har møttust eini 400 skótar, og fleiri vóru úr øðrum londum.

Brekkulegan, sum hon varð kallað, var tann fyrsta stóra legan hjá KFUM-skótunum í Føroyum við umboðum úr øllum norðurlondum og Onglandi.

Til ber ikki at finna fram til so nógv um Brekkuleguna í 1983, men vit hava funnið ein film, ið er gjørdur frá leguni

Brekkulegan hevur sett ein serstakan dám á alla Leirvíks bygd og ikki minst tey, sum vóru á leguni. Nevnir tú Brekkuleguna, kunnu vit vissa um, at øll, sum minnast hana, koma við einari frágreiðing um, hvussu góð og vældámd legan var. Ein lega, ið beit seg fasta í hjartað hjá øllum skótunum.

Eftir heili 42 ár verður Brekkulegan endiliga aftur! Vit eru sera errin og spent at kunna kunngera hetta. Okkara mál er at skipa eina legu, sum hevur sama dám sum Brekkulegan í 1983. Vit vilja gera okkar, fyri at skapa eina framúrskarandi legu fyri allar luttakarnar.

Vit gleða okkum at síggja eldru skótarnar, sum tá vóru skótar í legualdri, hjálpa til á leguni. Eisini gleða vit okkum at síggja skótan í dag, og geva honum møguleikan at uppliva eina av teimum bestu legunum!