Virksemir

Enn er ov tíðliga at siga nágreiniliga hvørji virksemi vera á leguni, men hesum verður arbeitt við í løtuni. Til ber tó at siga, at virksemini koma at fevna um ta føroysku náttúruna.

Sumt av virkseminum kemur at vera við í legugjaldinum, men har vera eisini virksemi, sum koma at kosta. Vit mæla til at tekna tykkum til virksemini beinavegin, tá ið tað ber til, tí tað er avmarkað pláss.

Virksemini vera ikki einans í Leirvík, men eisini aðrastaðni í landinum. Vit leggja meira kunning her, tá ið vit vita hvørji virksemir vera, hvussu man meldar seg til eitt virksemi, hvar tað er og annað.