Hevur tú hoyrt um Brekkuleguna? Nú sleppa allir skótar at uppliva eina nýggja Brekkulegu.

Brekkulegan, sum hon var kallað, var tann fyrsta stóra legan hjá KFUM skótunum í Føroyum við umboðum úr øllum norðurlondum og Onglandi.

Altjóða skótalegur hava ikki verið serliga nógv av í Føroyum, men tó er tað ein sum skarar burturúr. í 1983 var sokallað Brekkulegan. Legan var løgd uppi á Brekkum í Leirvík 28. juni – 3. juli. Har møttu eini 400 skótar og fleiri vóru úr øðrum londum.

Brekkulegan hevur sett ein serstakan dám á alla Leirvíks bygd og ikki minst á tey, sum vóru á leguni. Nevnir tú Brekkuleguna, kunnu vit vissa um, at tey øll koma við einari frágreiðing um, hvussu góð og væl dámd legan var. Ein lega ið setti seg í hjarta hjá øllum skótunum.

Eftir heili 42 ár verður Brekkulegan endiliga aftur! Vit eru sera spent og errin av at kunngera, at Brekkulegan verður aftur í 2025. Okkara mál er at skapa eina legu, sum hevur ein serligan dám og sum verður minst líka góð sum Brekkulegan í 1983. Vit fara at leggja nógva tíð og orku í leguna fyri at kunna skapa eina framúrskarandi legu fyri allir luttakarnir.

Nú er alvorliga skotið í gongd við at fyrireika leguna. Í gjár vóru vit á fundi við Eysturkommunu, har vit tosaðu um leguna, og hvønn leiklut Eysturkommuna kundi hava í samband við leguna. Tað var ein góður fundur, og undirtøkan var góð frá kommununi!

Vit gleða okkum at síggja, og ikki minst at geva teimum nýggju skótunum møguleikan at uppliva ein av teimum bestu legunum!