Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Jólakappingin 2022

november 26, 2022 @ 10:00 am - 5:00 pm

Free

Góðu skótar,

Leygardagin 26. novembur verður Jólakappingin 2022 fyri skótarnir, men hvat er tað fyri nakað?

Jólakappingin er ein kapping í millum patrúljurnar í skótaliðinum. Skótarnir møta í skótahúsinum kl. 10:00, og tá fáa teir at vita hvørjar uppgávur skulu loysast í kappingini. Uppgávurnar kunnu verða sera ymiskar, og snúgva seg um alt í millum himmal og jørð. Tá ið skótarnir hava fingið at vita hvørjar uppgávurnar eru, so fara patrúljurnar í holt við at loysa uppgávurnar. Tann einasti regulin í kappingini er at tað ikki er loyvi at verða inni í skótahúsinum meðan kappingin er í gongd.

Klokkan 17:00 endar kappingin og tá skulu patrúljurnar møta í skótahúsinum og lata loysnirnar inn til leiðarnar.

Vit vóna at síggja allar skótarnir í skótahúsinum leygarmorgunin 26. novembur kl. 10:00.

Tiltakið er ókeypis og tað er ikki neyðugt at tekna seg.

Við skótakvøðu,

Sóley og Helma Maria

UntitledSPEJDER-ORDBOGEN

Lýsing

Dagfesting:
november 26, 2022
Tíð:
10:00 am - 5:00 pm
Kostnaður:
Free
Tiltak Category:

Fyriskiparir

Sóley Mikkelsen
Helma Maria Tróndheim

Stað

Skótahúsið