Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

JOTA-JOTI

oktober 20 @ 8:00 pm - oktober 22 @ 1:00 pm

Jota Joti Blanket Badge Accessories

20.-22. oktobur verður JOTA-JOTI aftur!

JOTA-JOTI stendur fyri Jamboree On The Air-Jamboree On The Internet. Hetta vil siga at talan er um eina altjóða skótalegu (Jamboree) í luftini (radio) og á internetinum.

Í ár fara skótar og ungdómsskótar, t.v.s. 5. fl. og eldri, úr Eysturoyar Skótadømi at luttaka á JOTA-JOTI. Vit verða í skótahúsinum í Fuglafirði og legan byrjar fríggjadag kl. 20:00 og endar sunnudag kl. 13:00. Man fær merkið omanfyri fyri luttøku!

Pakkilisti: Skótabúni, soviposi, telefon og um møguligt: farteldu, teldil og/ella forleingjara.

Luttøkugjaldið er 100 kr og skal gjaldast, tá ið legan byrjar.

Eysturoyar Skótadømi umfatar Skótabólkin Leirvíks Páll, Skótabólkin Gullbrand og Erlu Kongsdóttir í Fuglafirði og KFUM skótarnir við Løkin.

Lýsing

Byrjar:
oktober 20 @ 8:00 pm
Endar:
oktober 22 @ 1:00 pm
Tiltak Categories:
,