Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Lega – Yngru úlvar

apríl 24 @ 4:00 pm - apríl 25 @ 5:00 pm

24-25 apríl verður lega fyri yngru úlvar.

Legan verður í Gøtu, møta í Losjuni mikudagin kl 16:00 og vit enda í Leirvík 25. apríl til Flaggdagshaldið.

Tilmelding og kostnaður: 100kr og við at senda sms til Eydnu Luciu, 229845, viðmerk navn á úlvi.

Viðføri:

Skótabúna, turriklæði, belti og knív, um tey eiga.
Soviposa og undirlag. (ongar madrassur eru í losjuni)
Góð og heit skiftiklæðir.
Náttklæðir og toiletgreiðir (tannbust)
Regnklæðir, húgvu, handskar.
Góðar gangiskógvar ella gummistúlvar.
Skaffigreiðir (tallerk, kopp, gaffil, knív og skeið)

Minnist til, at vit vera nógv úti, tí er umráðandi at vera væl klødd, eftir veðrinum.

Tey fara at taka eitt merki, sum eitur “legudugnaður” Tey sleppa at vera við til at gera sín egna mat, læra um reinføri, vaska upp, rudda upp eftir sær og ymiskt annað hugnaligt. Hósdagin ganga vit til Leirvíkar. Tey bera ikki viðføri við sær, tað heinta tit í losjuni eftir Flaggdagshaldið.

Leiðara á leguni vera:
Eydna Lucia Nesá, tlf. 229845
Áslakur Heinesen, tlf. 585382
Hanus Árnason Lervig, tlf. 583550
Møguliga onkrir ungir skótar vera við eisini 🙂

Um onkur hevur hug at koma á legu, men ikki sova, so kunna tit bara gera avtalu við onkran av leiðarunum omanfyri.

MEN okkara royndir siga, at flestu børn vilja sova kortini, so sjálvt um tey ætla heim, gev teimum undirlag og soviposa við, tí kanska tey umbestemma seg 🙂

Vit gleða okkum sera nógv til eitt døgn saman við tykkara børnum 🙂

 

Lýsing

Byrjar:
apríl 24 @ 4:00 pm
Endar:
apríl 25 @ 5:00 pm

Stað

við Gøtugjógv