Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Liðlega – Skótaliðið

mars 3 - mars 5

3.-5. mars fara vit á liðlegu á Langasandi. Ein liðlega er ein lega har bara liðið luttekur, tað vil siga at í hesum føri er tað bara skótaliðið (5.-7. fl.) hjá Leirvíks Páll, ið luttekur.

Vit hava leigað Jógvansstovu, ið Føroya KFUK skótar eiga. Møguligt verður at gista inni (í koyggjukømurum) og í tjaldi, um tað viðrar.

Pakkilisti:

  • Skiftiklæði
  • Heit klæði
  • Regnklæði
  • Skaffigreiðir v/viskustykki
  • Toiletgreiðir
  • Liggiundirlag
  • Soviposa
  • Lítlan ryggsekk
  • Góðar skógvar

Nær: Legan byrjar fríggjadagin 3. mars kl. 19:30 og vit møta í skótahúsinum kl. 19:00. Legan endar sunnudagin kl. 13:30

Leiðarar: Helma Maria (593056) og møguliga Sóley (586292).

Kostnaður: Legan kostar 200 kr og skal gjaldast á leguni.

Tekning: Tekna teg her innan 1. mars.

 

Lýsing

Byrjar:
mars 3
Endar:
mars 5
Tiltak Category: