Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

LPK

mai 26 @ 7:00 pm - mai 29 @ 4:00 pm

Melda til LPK  (lands patrúlju kapping) niðanfyri. Viðmerk um eisini um skótin má av LPK til dyst, so vit vita hvør fer og ikki.

LPK 2023
Í ár verður LPK´in frá fríggjadegnum 26. mai. kl. 19.00 til mánadagin 29. mai kl. 14.00. LPK
verður hildin í Funningi.
Fyri at luttaka á LPK skulu hesi krøv vera uppfylt:
Patrúljan skal verða samansett, sum hon er í dagliga skótaarbeiðinum. 4-7 skótar skulu
vera í patrúljuni. Skótarnir skulu hava skótaaldur, ið er 5.-10. skúlaflokk. Tó kunnu í mesta
lagi 2 skótar vera úr 9.-10. skúlaflokki í somu patrúlju.
LPK skal verða skipa sum ein 5-dystur og halda støði soleiðis, at tað krevur at
skótarnir duga síni skótakynstur. Og í ár eru teir:

  • Orientering
  • Sjálvbjargni
  • 1. hjálp
  • Forðarenning
  • Signalering

Legan verður í Funningi, har tit fara at uppliva kappingar í haga og fjørðu. Renningar eru
bæði á kvøldi og á morgni. Umframt hetta vera hugnalig legubál eisini ein partur av leguni.
Leguleiðslan viðmælur at pakkað verður í ryggsekk og ikki í t.d. rullikuffert!
Patrúlju-útgerðin skal pakkast væl í kistur. Tá komið verður til Funnings tekur leguleiðslan
ímóti tykkum og vísur tykkum á leguøki.

Kostnaður
Luttøkugjaldið fyri allar skótar er 400 kr hvør.
Vit vilja fegin, at luttøkugjøldini fyri allar skótar í einum skótabólki/fylki verða goldin saman.
Luttøkugjaldið skal gjaldast á konto í Eik Banka 9181-538.365.1 í seinasta lagi hósdagin
18. mai 2023. Umráðandi er, at tit viðmerkja bólkanavn og tal á luttakarum.

Ferðing
Leguleiðslan skipar fyri ferðing til og frá leguni. Kravt er, at minimum 1 leiðari frá hvørjum
bólki/fylki er við í bussinum til og frá leguni.
Leguleiðslan SKAL vita í seinasta lagi hósdagin 18. mai., hvussu nógv koma við í bussin
úr hvørjum skótabólki/fylki. Nærri kunning um bussferðina verður givin út seinni.

Hetta skulu tit hava við á LPK:

Patrúljuútgerðin skal pakkast í kistu:

  • Tjald
  • Spritt ella gass
  • Pressending
  • Uppvaskifat
  • Stormkøkar/Gasskøkar
  • Uppvaskibust og svamp
  • Svávulpinnar
  • Uppvaskisápu/reinslett
  • Viskistykkir
  • 1. Hjálparkassa
  • Kumpass
  • Morsifløgg og semaforfløgg
  • Vatndunk

Persónlig útgerð í einum ryggsekki:

  • Skótabúna (Sjálvandi.)
  • Regnklæðir
  • Soviposa
  • Heitar hosur
  • Undirlag
  • Húgvu
  • Lummalykt
  • Góðar skógvar
  • Skaffigreiðir (Tallerk, kopp og bestikk)
  • Handklæði og klæðir til forðarenning
  • Skiftiklæðir
  • Tannbust, tannkrem o.s.fr.
  • Heit klæðir
  • Lítlan ryggsekk
  • Eyka skógvar
  • Penn og pappír + Skóti 20/22

Lýsing

Byrjar:
mai 26 @ 7:00 pm
Endar:
mai 29 @ 4:00 pm