Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

PF-venjing

januar 6 @ 7:30 pm - januar 8 @ 3:00 pm

DKK200

Nú verður patrúljuføraravenjing (PF-venjing) skjótt aftur. Endamálið er at læra skótarnir at verða patrúljuførarar (PF) og -hjálparar (PH), og tí hevur tað týdning at virknir PF og PH luttaka. Luttakarnir verða frá ymsa staðni í Føroyum. PF-venjing er bert ólíka ár. Vit sova inni.

Hvør kann luttaka?
Kravið er at man skal vera PF ella PH hjá KFUM-skótunum í Føroyum. Hjá okkum er hetta víðka eitt vet, so at tveir skótar afturat sleppa við, og hetta merkir at hesi eru boðin við frá okkum (tey við feitari skrift, hava teknað seg):

  1. patrúlja Ravnurin: Hjørdis T. D. (PF) og Rúnar (PH) + Heri
  2. patrúlja Ritan: Rasmus (PF) og Vár (PH) + Julian
  3. patrúlja Æðan: Petra (PF) og Hjørdis Ó. J. (PH)

Sóley (586292) og Helma Maria (593056) verða við á leguni.

Nær: Venjingin byrjar fríggjakvøldið 6.januar kl. 19:30 á Selatrað og endar sunnudagin 8.januar kl. 15:00. Vit møta í skótahúsinum kl. 18:30.

Innihald: Patrúljuskipanin, skótalógin, skrálegging, patrúljuleiðsla, patrúljusermerki, patrúljudagbók, kenna til KFUM-skótarnar í Føroyum, venjingarskipanina og ymiskt skótavirksemi.

Viðføri:

  • Skiftiklæði
  • Heit klæði
  • Regnklæði
  • Skaffigreiðir (tallerk, kopp, knív, gaffil, skeið og viskustykki)
  • Toiletgreiðir
  • Liggiundirlag
  • Soviposa

Skeiðsleiðsla: Steinbjørn V. Olsen, skótaovasti hjá KFUM skótunum í Føroyum, og Bogi F. Sigurstein, bólkaleiðari hjá Skótalið KFUM’s Tórshavn.

Luttøkugjald: 200 kr fyri hvønn. Hetta verður goldið fríggjakvøldið kontant.

Tilmelding: Tekna teg niðanfyri skjótast gjørligt.

Lýsing

Byrjar:
januar 6 @ 7:30 pm
Endar:
januar 8 @ 3:00 pm
Kostnaður:
DKK200
Tiltak Category:

Stað

Skótadepilin á Selatrað
Brekkugøta 3
Selatrað, 497 Faroe Islands
+ Google Map