Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

PF-venjingin 2024

januar 19 @ 7:30 pm - januar 21 @ 3:00 pm

Hvat er ein PF-venjing? PF er stytting fyri patrúljuførara, men venjingin er ætla patrúljuførarum, patrúljuhjálparum og so teimum sum kanska skjótt blíva førari ella hjálpari. Á PF-venjingini læra vit hvussu vit kunnu arbeiða meira sjálvstøðugt og taka ábyrgd. Hjá Leirvíks Páll eru øll í 6. og 7. flokki boðin við.

PF-venjingin 2024 verður 19.-21. januar 2024 í KFUM í Havn. Vit byrja fríggjakvøldið kl. 19:30 og halda fram til sunnudagin kl. 15:00.

Vit sova inni, men verða eisini úti. Hav skiftiklæði, heit klæði, toiletgreiðir, soviposa, skriviamboð og sjálvandi skótabúnan við.

Luttakaragjaldið er 100 kr, og hetta skulu tit flyta á kontonr. 9865-185.061.4 – viðmerk ”PFV” og navn á skóta.

Tekna teg niðanfyri í seinasta lagið 15. januar kl. 12:00 😊

Lýsing

Byrjar:
januar 19 @ 7:30 pm
Endar:
januar 21 @ 3:00 pm