Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Skótaársendi 2024

juni 12 @ 5:00 pm - 7:00 pm

Úlvar, skótar, ungdómsskótar, rovarar og leiðarar enda hetta skótaárið saman mikudagin 12. juni. Ongin vanligur skótafundur er hesa vikuna.

Vit møta uppi á plenuni í Leirvík kl. 17 og ganga niðan á Leirvíksfjall, har fara vit at brenna bál og grilla pylsur við sneisabreyði.

Um okkurt foreldur ynskir at luttaka eru tey vælkomin við.

Lýsing

Dagfesting:
juni 12
Tíð:
5:00 pm - 7:00 pm