Hey tit!
Dagarnar 25.-27. apríl fara vit á legu á Giljanesi við okkara eldra úlvaliði. Meira kunning um bæði tilmelding o.a. sæst á heimasíðu okkara leirvikspall.fo undir tiltøk.
Kostnaðurin er kr. 100,- fyri leguna. Freistin at tekna seg er 24. apríl á miðnátt.
Tann 25. apríl er flaggdagur, sum Leirvíkspáll skótarnir skipa fyri. So vit møta fyrst til hetta tiltakið, áðrenn vit fara víðari til Giljanesar. Takið tí alt tykkara viðføri við í skótahúsið, tá ið tit møta til flaggdagshaldið.
Meira kunning um flaggdagin sæst á Facebook síðu okkara og heimasíðuni. Legan byrjar hósdagin eftir flaggdagshaldið og endar leygardagin tann 27. apríl. Vit koyra av Giljanesi áleið kl. 14:00.
Skipað verður fyri felags koyring úr Leirvík til Giljanesar og heim aftur. Koyrt verður úr skótahúsinum í Leirvík eftir flaggdagshaldið hósdagin og av Giljanesi uml. kl. 14:00 leygardagin, vit eru væntandi í skótahúsinum í Leirvík kl. 15:00-15:30.