So eru fyrireikingarnar til Brekkuleguna byrjaðar. Enn ber ikki til at siga so nógv um leguna, tá ið fyrireikingarnar júst eru byrjaðar.

Vit eru sera spent til summari 2025 har vit kunnu gera okkum nógvar spennandi og stuttligar upplivingar. Minst til at seta “X” í kalendarin 31. juli til 5. august 2025!

Fylg við á hesi heimasíðu og ver til reiðar at tekna teg, tá ið tilmeldingin letur upp!

Í fyrireikingar bólkinum sita:

Hallur Foldbo, leguovasti

Helma Maria Tróndheim, fíggjarstjóri

Fredy Bogi Christiansen, logistikk

Sára Thomsen, virksemi

Rósa Myrna Hansen, skrivari