Úlvar

Úlvarnir eru býttir upp í tveir aldursbólkar. Í yngru úlvunum eru 1.-2. flokkur og í eldru úlvunum eru 3.-4. flokkur. Yngru úlvar hava úlvafund hvønn mánadag kl. 18-19 og eldru úlvar hava úlvafund hvønn mikudag kl. 17-18:30.

Hvat eru úlvar?

Tá ið vit í skótararbeiðinum tosa um úlvar, so meina vit við tey børn, ið ganga í 1.-4. flokki. Úlvar verða eisini nevndir smáskótar. Navnið úlvur kom frá Baden-Powel, stovnarinum av skótarørsluni, ið var hugtikin av søguni um Mowgli.Úlvarnir møtast eina ferð um vikuna til úlvafund.Vit eru nógv úti, læra nógv og hava tað stuttligt saman.

Úlvalógin, -lyftið og loysanarorðið

Úlvaarbeiði byggir á úlvalógina, -lyftið og loysanarorð úlvanna.

Úlvalyftið:

Eg lovi at gera mítt besta

fyri at lýða Guð, 

at halda úlvalógina 

og hvønn dag gera nakað fyri at gleða onnur.


Úlvalógin:

  1. Úlvurin aktar gamla úlvin.
  2. Úlvurin gevst aldri.

Loysanarorð úlvanna:

Ger títt besta!

Hvar skulu merkini seymast?