Reglugerð fyri skótabúnan
2. Úlvabúnin
Kravd merki til úlvabúnan eru: úlvamerkið (tá ið úlvurin hevur staðið úlvaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna, úlvanavn og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey gul patrúljuførarabond ogpatrúljuhjálparin ber eitt gult band. Úlvurin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í úlvavenjingini, úlvurin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Úlvurin kann bera eitt patrúljumerki. Úlvurin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
3. Skótabúnin
Kravd merki til skótabúnan eru: liljan (tá ið skótin hevur staðið skótaroyndina), altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Skótin ber eisini eitt varðamerki, svarandi til tað stig í skótavenjingini, skótin arbeiðir við, og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Eisini kann skótin bera PF-legumerki, um hann hevur luttikið á PF-venjing. Skótin kann bera eitt patrúljumerki. Skótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini.
4. Ungdómsskótabúnin
Kravd merki til ungdómsskótabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki, ársstjørna og patrúljulitir. Patrúljuførarin ber tvey hvít patrúljuførarabond og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskótin ber eisini varðamerki og tey virknismerki, ið hann hevur staðið, somuleiðis gonguskjøldur. Ungdómsskótin kann bera eitt patrúljumerki. Ungdómsskótin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Eisini kann ungdómsskótin bera PFlegumerki, um hann hevur luttikið á PFvenjing.
5. Rovarabúnin
Kravd merki til rovarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/liðmerki og ársstjørna. Rovarin ber rovaramerki. Rovarin kann eisini bera 1. hjálpsmerkið og gonguskjøldur. Rovarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Rovari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwellturriklæði.
6. Leiðarabúnin
Kravd merki til leiðarabúnan eru: liljan, altjóða liljan, Føroyamerkið, staðarnavn, bólkamerki/-liðmerki og ársstjørna. Leiðarin ber ikki varðamerki ella virknismerki. Leiðarin ber eitt leiðaraband (tignarstig). Leiðarin kann bera legumerki og serlig merki eftir áheitan frá landsnevndini. Leiðari, ið er Gilwell-skóti, kann bera Gilwellturriklæði.
7. Patrúljulitir
Úlvar, skótar og ungdómsskótar bera litað band um akslastropparnar, sum patrúljueyðkenni. Patrúlju litirnir eru: 1. patrúlja: reytt, 2.patrúlja: myrkablátt, 3. patrúlja: grønt, 4. patrúlja: gult, 5. patrúlja: brúnt, 6. patrúlja: blátt, 7. patrúlja: hvítt, 8. patrúlja: violett.
8. Tignarstig
Úlvur, ið er patrúljuførari, ber tvey gul patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt gult band. Skóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt hvítt band. Ungdómsskóti, ið er patrúljuførari, ber tvey hvít patrúljuførarabond, og patrúljuhjálparin ber eitt band. Liðhjálpari ber eitt reytt band. Liðleiðari ber eitt grønt band. Bólkahjálpari ber eitt hvítt band. Bólkaleiðari ber eitt hvítt/grønt band. Landsnevndarlimur ber eitt gult band, tó ber skótaovastin eitt gult/grønt/ reytt band. Leiðari kann bert bera eitt leiðaraband (tignarstig).
9. Pláss á búnanum
Merki á búnanum skulu hava hvørt sítt pláss: Úlvamerki situr mitt á høgra lumma. Liljan situr mitt á høgra lumma. Altjóða liljan situr mitt á vinstra lumma. Føroyamerkið situr mitt oman fyri høgra lumma. Staðarnavnið situr omanfyri Føroyamerkið. Úlvanavnið situr oman fyri staðarnavnið. Ársstjørnan situr mitt oman fyri vinstra lumma. Legumerki situroman fyri ársstjørnuna. Patrúljulitir sita um akslastropparnar. Rovaramerkini sita um akslastropparnar. Bólkamerkið/liðmerkið situr á høgru ermu, 3 cm. Frá akslaseyminum. Patrúljumerkið situr á høgru ermu, 7 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir bólka/-liðmerkinum.
Virknismerkini sita á høgru ermu 10 cm frá akslaseyminum, tó minst 1 cm undir patrúljumerkinum. PF-legumerkið situr á vinstru ermu, 3 cm frá akslaseyminum. Varðamerkið situr á vinstru ermu, 7 cm frá akslaseyminum. Tignarstig: Leiðarar bera eitt 15 mm breitt band vatnrætt á vinstra lumma, 1 cm niðan fyri altjóða liljuna. Patrúljuførarar bera tvey loddrøtt bond á vinstra lumma, 2,5 cm. frá miðjuni, t.v.s. 5 cm. millum bondini. Patrúljuhjálparar bera eitt loddrætt band á vinstru helvt á lummanum. Gonguskjøldur verður sett á skótabeltið vinstru megin, 8 cm frá spenninum.