Skótahúsið

Skótarnir í Leirvík halda til í skótahúsinum, ið standa á Toftanesi 18.

Í húsinum er ein lítil køkur, tvey vesi, fýra patrúljurúm, ein salur, eitt goymslurúm, eitt leiðararúm og uttanfyri er eitt bálpláss. Stutt er til kirkjuna, handil og sjógvin. Skótarnir eiga eisini raftir, ið liggja uttanfyri húsini.

Aðrir skótabólkar kunnu læna húsini til legur o.a. uttan gjald. Húsini verða eisini javnan leigaði til seturskúlar o.a., men hetta ber bara til tá ið onki virksemi annars er í húsinum.