Kanoir

Skótarnir í Leirvík eiga 4 kanoir. Kanoirnar húsast í einum neysti innanfyri Fjøruvegin tætt við kroketvøllin. Her er væl egna at rógva við smáum eins og stórum.

Aðrir skótabólkar eru vælkomnir at læna kanoirnar til at rógva í Leirvík. Onnur kunnu eisini leiga kanoirnar, men her verður gjald tikið fyri.