Ungdómsskótar
Ungdómsskótar eru í aldrinum 8. skúlaflokk og eldri. Fundartíðin sæst á forsíðuni og leiðarnir undir “Um okkum, Leiðarar og bólkaráð”.
Vit fáast við ymist virksemi, sum er bæði stuttligt og lærandi.
- Vit hugna okkum í góðum felagsskapi við onkrum góðum til matnað.
- Vit rógva við kano á Skálafjørðinum og ganga túrar í fjøllunum.
- Vit gera ymist handaligt arbeiði í skótahúsinum.
- Vit fara á legu innan- og uttanlands.
- Vit luttaka á skeiðum og fáa førleikar fyri lívið.
- Vit læra at samstarva og at virða hvør annan.
- Vit læra um kristindómin.
- Vit læra nýggj skótakynstur.
- Vit eru til skótavenjingar.
- Vit taka ymisk dugnatekin.
- Vit skemta, flenna og hava tað stuttligt.
- Og mangt, mangt annað.
Viðtøkur fyri ungdómsskótaliðið
1. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum verður rikið eftir grundreglum fyri ungdómsskótaarbeiðið soleiðis sum samskipanin fyriskipar.
2. Ungdómsskótaliðið er býtt í patrúljur.
3. Arbeiðið í ungdómsskótaliðnum er grundað á venjingarskipanina.
4. Leiðararnir í ungdómsskótaliðnum skulu, sambært Grundlóg og Viðtøkur, virka fyri, at limirnir møta kirkjunnar boðskapi og kristiligari lívsáskoðan, samsvarandi teirra aldri og búning. Leiðararnir eiga at taka lut mest møguligt í tiltøkum, ið samskipanin skipar fyri, og útbúgva seg mest møguligt sum leiðari í leiðarafelagsskapi, á skeiðum og við at taka lut í kirkjunnar felagsskapi.
- At leggja til rættis og leiða tað dagliga arbeiðið í liðnum, so sum: fundir, túrar, legur og áhugatiltøk í samráði við ungdómsskótarnar.
- At taka neyðug fyrivarni viðvíkjandi trygd, heilsustøði og reinførismøguleikum við øll tiltøk.
- At virka fyri menning í liðnum og tryggja at arbeiðið framhaldandi liggur á nóg høgum støði.
- At virka fyri samanhaldi millum liðið og heimi, við foreldrafundum og øðrum.
- At leiða liðið í tí anda, sum skótalógin fyriskipar og at gera sítt til, at hesin andi ræður millum skótarnar í liðnum.
- At virka fyri góðum samstarvi við øll liðini í bólkinum.
5. Liðleiðarin skal hava fylt 18 ár.
Endamálið hjá KFUM-skótunum: Samskipanin er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.
Arbeiðsgrundreglar hjá KFUM-skótunum: Endamálið hjá samskipanini eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.