Eldru úlvar

Úlvarnir eru býttir upp í tveir aldursbólkar. Í eldru úlvunum eru 3.-4. flokkur. Fundartíðin sæst á forsíðuni og leiðarnir undir “Um okkum, Leiðarar og bólkaráð”.

Tá ið vit í skótararbeiðinum tosa um úlvar, so meina vit við tey børn, ið ganga í 1.-4. flokki. Úlvar verða eisini nevndir smáskótar. Navnið úlvur kom frá Baden-Powel, stovnarinum av skótarørsluni, ið var hugtikin av søguni um Mowgli.Úlvarnir møtast eina ferð um vikuna til úlvafund.Vit eru nógv úti, læra nógv og hava tað stuttligt saman.

Úlvaarbeiði byggir á úlvalógina, -lyftið og loysanarorð úlvanna.

Úlvalyftið:

Eg lovi at gera mítt besta

fyri at lýða Guð,

at halda úlvalógina

og hvønn dag gera nakað fyri at gleða onnur.

Úlvalógin:

  1. Úlvurin aktar gamla úlvin.
  2. Úlvurin gevst aldri.

Loysanarorð úlvanna:

Ger títt besta!

  • Úlvamerki: Mitt á høgra lumma
  • Føroyar: Mitt omanfyri høgra lumma
  • Leirvík: Mitt omanfyri Føroyar
  • Altjóða skótaliljan: Mitt á vinstra lumma
  • Patrúljuførarastrípur: Báðumegin altjóða skótaliljuna
  • Patrúljuhjálparastrípa: Vinstrumegin altjóða skótaliljuna
  • Varðin: Ovast á vinstra armi
  • Legumerki: Á vinstra arm
  • Dugnatekin: Á høgra arm
  • Leirvíks Páll: Ovast á høgra arm