Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Hugsanardagur 2025

februar 22 @ 12:00 pm - 7:30 pm

22. februar er Hugsanardagur skótanna. Tá samlast skótar kring heimin at minnast Robert Baden-Powell, ið stovnaði skótarørsluna og konu hansara Olave. Bæði høvdu føðingardag 22. februar.

Sigur er at halda dagin saman við hinum skótunum í Eysturoynni. Í ár skipa skótarnir við Løkin fyri.

Vit byrja dagin við gudstænastu í Fríðrikskirkjuni á Toftum kl. 12:00.

Eftir gudstænastuna fara vit at býta skótarnar í bólkar og fara á eina postarenning við virksemum og uppgávum úr Toftum forbí skúlan, Svangaskarð og til skótahúsið har skótarnir fáa nátturða áleið kl. 17:00.

Vit runda síðani av við einum legubálið eftir nátturðan og vænta vit at enda dagin kl. 19:30.

Skótarnir verða biðin um at hava góð klæðir við og verða ílatin eftir veðrinum og at hava ein matpakka við til postarenningina.

Vit vóna luttøkan verður góð og veðrið verður hampuligt.

Øll eru vælkomin, men tað hevði verið gott um tit kundu sagt frá niðanfyri, so at vit kunnu siga skótunum við Løkin frá hvussu nógvan mat tey skulu gera, og so vit kunnu samskipa koyringina. Møguliga leiga vit buss, men um ikki, so mugu vit vita hvør kann koyra.

Lýsing

Dagfesting:
februar 22
Tíð:
12:00 pm - 7:30 pm
Tiltak Category: