Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • This tiltak has passed.

Riddaravenjingin

oktober 28, 2022 @ 7:00 pm - oktober 30, 2022 @ 3:00 pm

Riddaravenjingin er ein lega fyri skótar úr øllum Føroyum. Á Riddaravenjingini venja vit ymisk skótakynstur og hvørji hesi eru sleppa skótarnir sjálvir at velja. Riddaravenjingin byrjar og endar við hátíðarligari seremoni, har skótarnir verða kosnir Riddarar. Umframt hetta er legubál og alt annað, ið hoyrir til eina skótalegu.

Legan verður í Klaksvík. Vit gista og halda til í húsinum hjá gulu skótunum (Gerðagøta 11), men eru nógv úti. Ókeypis felagsbussur koyrir til og frá leguni. Legan byrjar fríggjakvøldið 28. oktobur kl. 19 og endar sunnudagin 30. oktobur kl. 15.

Legan kostar 200 kr. men um onkur hevur trupult við at fáa endarnir at røkka saman, so kunnu tit viðmerkja tað í viðmerkingarteigin og so dekkar bólkurin legugjaldið. Tað er bert bólkaleiðarin (Helma Maria), ið sær hetta. Annars skal gjaldast á skótafundinum 25. oktobur.

Pakkilisti: Soviposa, skiftiklæðir, heit klæðir, regnklæðir, skaffigreiðir (plast kopp, tallerk, gaffil, knív og skeið), viskustykki, toiletgreiðir og gott lag.

Sóley verður við alla leguna og Helma Maria verður leygardag og sunnudag. Eisini verða fleiri aðrir leiðarar úr Leirvík, sum skótarnir kenna, við sum hjálparfólk alla leguna.

Tilmelding fer fram við at útfylla frymilin niðanfyri.

Kan være et billede af tekst

Myndin omanfyri vísir venjingarskipanina hjá skótunum. Riddaravenjingin er fyrsta venjingin. Fyri at koma víðari í venjingini til Krossriddaravenjingina og síðani Paladinvenjingina, er krav at man er Riddari. Tá ið skótin er blivin Riddari fær hann tvey merki at seta á akslastropparnir. Fyri at sleppa á Riddaravenjingina skal skótin klára skótaroyndina. Hana hava tey tikið á skótafundum í ár og í fjør. Skótaroyndin er sum tit síggja eisini krav til at bera dugnatekin. 

RV 2022 tilmeldingarseðil

Lýsing

Byrjar:
oktober 28, 2022 @ 7:00 pm
Endar:
oktober 30, 2022 @ 3:00 pm
Tiltak Categories:
, ,

Stað

Klaksvík

Fyriskipari

Bogi F. Christiansen
Telefon:
507062