
Limagjald
Kunning (vegleiðing er niðanfyri)
Skótabólkurin Leirvíks Páll er partur av KFUM skótunum í Føroyum, og allir bólkar hjá KFUM skótunum hava eina felags limaskipan. Øll, ið eru virkin í bólkinum skulu innlimast. Onnur, ið ynskja at stuðla arbeiðinum eru eisini hjartaliga vælkomin at innlima seg. Limagjaldið er 400 kr árliga.
Limirnir hanga í skipanini ár um ár við gjaldsavtalu (Mínrokning hjá Elektron). Ein teldupostur verður sendur út, áðrenn árliga rokningin verður send. Um tú ikki ynskir gjaldsavtalu, so ber til at skráseta seg og síðani rita inn á www.minrokning.fo og strika gjaldsavtaluna. Hetta strikar ikki limaskapin, men ger at tit fáa rokning sendandi við telduposti.
Tað, at øll eru skrásett hevur stóran týdning, í mun til fíggjarliga stuðulin vit fáa frá FUR (Føroya Ungdómsráð). FUR loyvir 10% av limunum at verða skrásettar uttan at gjalda, og er hetta ætlað fíggjarligu sperdu familjunum. Um tit skulu skrásetast uttan at gjalda, mugu tit venda tykkum til Helmu Mariu Tróndheim.
Vegleiðing:
- Trýst her um tú hevur Samleikan, set teg í samband við Helmu Mariu Tróndheim, um tú ikki hevur Samleikan.
- Vel: “Privatpersónur: Innrita við Samleikanum.”
- Fyll “Innles tínar upplýsingar her” út.
- GG: Hetta eru upplýsingar um limin, ikki tann, ið skrásetur. Um limurin er yngri enn 17 ár, skal fartelefon og teldupostur hjá einum av foreldrunum ella einum verja tó skrásetast.
- Áset gjald við at velja “Leirvík (Skótabólkurin Leirvíks Páll)”.
- Um tú brúkar telefon eru prikkarnir til gjøldini nakað forskotnir í mun til bólkanøvnini. Tú kanst leggja telefonini á liðina, ella opna leinki á eini teldu, um tú ynskir at síggja betri uppseting.
- Set flugubein í ”Eg góðtaki, at mínar upplýsingar verða skrásettar í Fastgjald, at P-talið/V-talið verður brúkt til at tryggja kontuna, at sjálvvirkandi gjaldsavtala verður tilmeldað, og at gjaldingar verða avgreiddar við tí føstu upphædd og títtleika, ið eg havi valt omanfyri.”
- Skráset sjálvvirkandi gjaldsavtalu við p-talið, peningastovni og kontonr.
- Brúka p-talið hjá høvuðseigarinum av kontoini, annars fært tú feilmelding.
- Trýst á ”Melda til”.