Kanoir

Skótarnir í Leirvík eiga 4 fýramanskanoir. Kanoirnar húsast í einum neysti innanfyri Fjøruvegin tætt við kroketvøllin. Her er væl egna at rógva við smáum eins og stórum.

Aðrir skótabólkar eru vælkomnir at læna kanoirnar til at rógva í Leirvík. Onnur kunnu eisini leiga kanoirnar, men her verður gjald tikið fyri.

Allir vaksnir limir, t.e. 18 ár og eldri, kunnu læna kanoirnar bæði til at rógva í Leirvík og aðrastaðni í Føroyum. Vit eiga ein vogn at flyta kanoirnar við. Tað einasta, ið krevst, er at man tekur eitt stutt skeið (hálvan dag), har man lærir seg at handfara kanoirnar. Tekna teg sum lim her.