Skótar brúka nógv orð, ið ikki verða brúkt so nógv annars í gerandismálið.
Bólkalega: Lega fyri øll í bólkinum.
Bólkaleiðari: Leiðarin sum hevur dagligu leiðsluna av skótabólkinum.
Bólkaráð: Bólkaráðið hevur evstu ábyrgd av bólkinum. Í bólkaráðnum sita liðleiðarar, foreldra umboð og eitt nú kirkjuráðslimir ella onnur, ið varða av skótabólkinum.
Bólkur: Vit eru ein skótabólkur.
BP: Stytting fyri Baden-Powell. Robert Baden-Powell stovnaði skótarørsluna.
Búni: Skótabúnin er ein myrkagrøn skjúrta ella troyggja og ljósagrønt turriklæði við smæruni á. Skjúrtan/troyggjan og turriklæði nevna vit skótabúna.
Dugnaðartekin: Merki, ið skótin fær at seta á búnan fyri dugnaskap. Tað kann t.d. vera um plantur, fyrstuhjálp, at brúka knív ella matgerð.
FSR: Stytting fyri Føroya Skótaráð.
FUR: Stytting fyri Føroya Ungdómsráð.
Gilwell: Navnið á hægstu leiðaraútbúgvingini í skótarørsluni. “Baden Powell var Lord of Gilwell”. Gilwell parkin liggur í London.
Grønur skóti: KFUK-skótar og KFUM-skótar verða kallaðir grønir skótar, tí teirra skótabúni er grønur.
Gulur skóti: Skótabúnin hjá Føroya skótasambandi er kakhi littur, ið eru ein gulligur litur. Tí verða tey eisini kallaði gulir skótar.
Haik: Langur gongutúrur. Ofta verður matur gjørdur ella etin á vegnum.
Liðhjálpari: Skótaleiðari uttan høvuðsábyrgd. Ofta yngri leiðarar.
Hugsanardagur: Alheims hugsanardagur er 22. februar, sum eisini er føðingardagurin hjá hjúnunum Baden-Powell. Dagurin verður hildin um allan heim fyri at minna okkum á alheims skótavinalagið.
IC: Stytting fyri International Comissioner.
IST: Stytting fyri International Service Team. Heitið á teimum, ið hjálpa til á altjóða legum.
Jamboree: Ein lega har nógvir skótar møtast
JOTA/JOTI: Ávísur dagur, har skótar í øllum heiminum samskifta á alnótini. JOTA er stytting fyri Jamboree on the air. JOTI er stytting fyri Jamboree on the internet.
JOTT: stytting fyri Jamboree on the trail. Árligur gongutúrur fyri skótar um allan heimin.
K.F.U.K: Kristiligt felag fyri ungar kvinnur
K.F.U.M: Kristiligt felag fyri ungar menn
Kimspæl: Spæl, har skótarnir venja at brúka sansirnar. Rudyard Kipling hevur skrivað bókina um drongin Kim, ið var sera dugnaligur eygleiðari.
Knútaband: Band, ið kann berast á búnanum og sum verður nýtt at venja knútar.
K-lega: skótalega fyri allar skótar 4.flokk og eldri. Lega har hvør skóta kann velja sær nøkur virksemir.
K-renning: Postarenning við kumpas
Kumpass: Tól, ið vísir magnetiska norður-suður linju við magnetnál.
Kusafiri: Skótacentur hjá WAGGGS, ið í ferðast í afrikonsku londunum. https://worldcentres.wagggs.org/kusafiri/
Lakposi: Tunnur posi, t.d. eitt lak, ið er seymað til ein posa. Tú liggur í lakposanum inn í soviposanum. Lakposin hjálpir tær at halda hitanum og verjir soviposan. Einans neyðugt at vaska lakposan aftaná skótalegu ikki soviposan.
Legubál: Bál á skótalegu. Verður nýtt sum heiti fyri hugnaligar løtur rundan um bálið við sangi, spæli, hugna og stuttleika.
Legubálskappi: Ein kápa at hava útyvir skótabúnan til legubál. Bálið hitar framsíðuna, legubálskápan hitar bakið, tá tú situr við bálið.
Legumerki: Eitt merki ið tú fær tá tú hevur luttikið á (oftast størri) legu. Legumerkið erður seymað uppiyvir høgra lumma.
Lið: Eitt skótalið, er eitt lið ið er knýtt at heinum bólki. Tað kann eitt nú vera eitt ungdómsskótalið. Hvørt lið møtist somu tíð og stað hvørja viku.
Liðleiðari: Leiðari við høvuðsábyrgd av einum ávísum skótaliði.
Lilja: Emblemið hjá dreingjaskótum um allan heimin.
Livandi postur: Postur á postarenningini, har ein ella fleiri persónar standa og vegleiða skótarnar í uppgávuni, ið skal loysast ella gerast.
Loysanarorð: (Motto) Loysanarorð hjá skótum um allan heimin er “Ver til reiðar”
LPK: Stytting fyri Landspatruljukapping. Kapping, ið KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri.
“Marsjera”: Á grækarismessu og á flaggdegnum er vanligt, at skótar ganga skrúðgongu.
Morsing: Tá ið boð verða givin við morsiteknum. Morsitekin eru ein koduskrift.
Morsifløgg: Reyð/hvít fløgg at gera morsitekin við.
Morsitalva: Ein talva ið tú nýtir at týða morsitekn.
Náttarrenning: Postarenning um náttina. Á legu kunnu skótarnir vera vaktir á miðjari nátt at skula út at renna. Venjing í at verða til reiðar og at styrkja reystleikan.
Patrulja: Ein bólkur av 5-8 skótum egnum navni, sereyðkenni og patruljuførara.
Patruljudagbók: Bók, har patruljur føra loggbók yvir tað, tey gera á skótafundum. Uppmøtingarlisti, telefonlisti og tílíkt er ofta í dagbókini.
PF: stytting fyri patruljuførari.
PH: stytting fyri patruljuhjálpari.
Pionering: Búreising. Heitið fyri arbeiðsháttin, tá tú nýtir tvein at surra raftir saman til búreising. T.d. borð, inngangsportal og legukøk.
Pløkkur: Verður nýttur til at festa tjaldspennið. Hevur spískan enda og kann vera gjørdur úr tilfari sum t.d. metalli, plasti ella træi.
Postarenning: Skótarnir loysa uppgávur, ið tey finna við ávísum boðum.
Postur: Uppgávur at loysa ella lutir at finna á postarenningini.
Raftir: Steyrar, ið vera brúktir til búreising (pionering)
Rovari: Skóti eldri enn 18 ár.
Samskipan: Tað eru tríggjar skótasamskipanir í Føroyum. Samskipanin er heitið fyri landsfelagið, bólkar og lið. Føroya KFUK er ein av trimum skótasamskipanum í Føroyum.
Santa Jørundsdagur: 23. apríl er altjóða skótadagur. Baden Powel valdi Santa Jørund til verndarhalgimenni skótanna, tí hann umboðar tað góða og djarva, ið berjist ímóti og vinnur á tí ónda.
Semafor: Ein háttur at signalera, geva boð við fløggum.
Skaffigreiðir: Amboð, ið tær tørvar til máltíð (skaffa) kopp, tallerk, skál, bestikk og viskustykki.
Sketch: Stuttur skemtileikur. Ofta ein skemtisøga, gjørd til leik.
Skrúðgonga: Skipa gonga, har skótar eru í búna og bera fløgg til hátíðardagar.
Skótabólkur: Øll liðini á skótastaðnum eru í bólkinum
Skótabønin: Sangur, ið verður sungin eftir hvønn skótafund.
Skótaheilsanin: er tann sama um allan heimin. Høgra hond upp við tveimum ella trimum fingrum, og hinir fingrarnir gera ein ring, sum merkir
skótavinir um allan heimin.
Skótahjálpin: Vika 39 á hvørjum ári tá skótar arbeiða fyri at samla pening til okkurt hjálpararbeiði
Skótalið: Bólkur við t.d. títlingum ella skótum
Skótalógin: Reglur, sum Baden Powell gjørdi til fyrstu skótarnar, og sum enn verða brúktar um allan heim.
Skótalyftið: Tá tú verður skóti, skal lyftið gevast eftir ávísum reglum.
Skótaovasti: Eitt heiti ið kann vera nýtt til forkvinnu/formann í landsnevnd hjá eini skótasamskipan.
Skótapatrulja: Ein bólkur av 5-8 skótum egnum navni, sereyðkenni og patruljuførara.
Skótaroyndin: Uppgávur, sum skótin ger fyri at kunna bera skótasmæruna.
Skóti: Ein persónur, ið er ella hevur verið virkin í skótarørsluni.
“Skóti”: Heitið á einum lummaálmanakka, ið skótarnir plagdu at fáa árliga.
Smáskótadagur: Dagur tá nógvir smáskótar í øllum landinum møtast.
Smæru-gilwell: Heiti á hægstu gentu og dreingja leiðaraútbúgvingini í Føroyum. Føroya Skótaráð skipar fyri útbúgvingini.
Spíri: KFUK-skótar, vanliga í aldrinum 6-7 ár
Standari: Patruljuflagg. Silvurplátur, ið patruljan hevur vunnið í kappingum, verða heftar á standaran.
Stormkøkur. Eisini nevndur spritkøkur ella trangia. Ein lítil “køkur” ið passar í ryggsekkin og sum tú kanst matgera á á legum og útferðum.
Surring: Tú tú nýtir tvein ella tog til at festa, ella binda eitthvørt saman.
Timburbregd: Ein knútur ið tú eitt nú nýtir tá tú skalt pionera.
Tvein: Verður brúkt at surra við. Búreising.
Undirlag: Skótaundirlag er eitt undirlag, ið kann rullast saman og festast í ryggsekkin. Hesi eru løtt at bera og fylla lítið í tjaldinum ella í hølinum, har sovið verður.
Ungdómsskóti: Skótar í umleið 8. flokki og eldri.
World scout Jamboree er altjóða skótalega, sum WOSM skipar fyri 4. hvørt ár