Skótar

Skótaliðið umfatar børn í 5.-7. fl. Fundartíðin sæst á forsíðuni og leiðarnir undir “Um okkum, Leiðarar og bólkaráð”.

Patrúljuskipanin

Í skótaliðnum eru skótarnir býttir upp í eindir, vit nevna patrúljur. I ein patrúlju eru 5-7 skótar. Tað er ikki av tilvild, at so er, tí hetta er nevniliga ein arbeiðsháttur, ið er sermerktur fyri skótarørsluna. Tað er í patrúljuni, at skótin lærir sjálvbjargni, at arbeiða saman við øðrum, at hava medávirkan og kenna ábyrgd.

Endamálið við patrúljuskipanini er, at geva so nógvum skótum sum gjørligt veruliga ábyrgd. Patrúljuskipanin ger, at hvør einstakur skóti kennir medábyrgd fyri, at tað gongur væl í patrúljuni. Og hetta vil virka til, at hvør patrúlja kennir sína ábyrgd fyri, at tað gongur liðnum væl. Við patrúljuskipanini læra skótarnir, at teir hava ávirkan á tað, ið teirra lið arbeiðir við. Hvør patrúlja velur sær ein patrúljuførara. Leiðarin væntar sær nógv av patrúljuføraranum og gevur bonum fríðar hendur til skótaarbeiðið í patrúljuni.

Baden-Powell (Scouting for Boys, 1908)

Sum skóti ert tú við í eini patrúlju, saman við 5-7 øðrum skótum. Tað er í patrúljuni tú upplivir rætta skótalivið. Patrúljan er nóg stór til at loysa uppgávur og samstundis nóg lítil til, at øll kunnu verða við, tá ið avgerðir skulu takast.

Patrúljan er altíð virkin. Einaferð um vikuna hava tit patrúljufund, har tit læra nakað nýtt, tit venja tykkum i ymiskum skótakynstri, og tú ert við í einum vinalagi har tit uppliva nakað saman.

Flestu patrúljur fara minst ein patrúljutúr um mánaðin. Tit kunnu fara i hagan við tjaldi, ella tit kunnu fara eina gonguferð til aðra bygd, – ja, møguleikarnir eru nógvir.

Summar patrúljur hava sítt egna patrúljurúm, meðan aðrar patrúljur mugu býta rúmið við aðrar. Men umráðandi er, at tit hava ordan í rúminum og í útgerðini hjá patrúljuni, so tit hava eitt hugnaligt umhvørvið, har trivnaður er.

Sum skóti hevur tú møtiskyldu. Týðandi er, at tú møtir til hvønn patrúljufund, tí patrúljan er ein arbeiðseind, har øll hava ábyrgdina av, at tað gongst patrúljuni væl.

Skótalyftið, skótalógin & loysanarorðið

1. Skótalyftið: Við æru míni gevi eg tað lyfti, at eg eftir førimuni vil vera trúgvur móti Guði og landi mínum, at vera hjálpsamur móti øllum og halda skótalógina.

2. Skótalógin:

1. Skótin er sannur í talu og atferð.

2. Skótin er trúgvur.

3. Skótin er hjálpsamur.

4. Skótin er góður vinur.

5. Skótin er høviskur í øllum lutum.

6. Skótin er djóravinur.

7. Skótin er lýðin.

8. Skótin er sparin og røkin.

9. Skótin er væl hýrdur.

10. Skótin er reinur í huga, orðum og gerðum.

3. Loysanarorð skótanna: 
Ver til reiðar!

Skótabúnin

Vit nýta skótabúnan sum tekin um felagsskap og um góðsku.
Fólk flest hava eina meining um hvat er “innanfyri” – hvat vit standa fyri.
Vónandi er búnin tekin um nakað gott og jaligt.

Nær eru vit í búna?

Hvussu bera vit búnan?

Til skótabúnan hoyrir turriklæði, skótabelti, slíðraknívur, venjingarhefti,

sangbók, knútaband, pennur og notisbók.