Søgan

Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Teir byrjaðu arbeiðið í gomlu Losjuni, og hildu til har í nøkur ár. Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsið inntil snikkaravirkið á Toftanesi varð keypt og umbygt til skótahús í 1976. Í 1982 komu gentur eisini uppí KFUM skótarnar, sum annars bara høvdu havt dreingir.

KFUM-skótarnir í Leirvík (Leirvíks Páll) er eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.

Endamálið eigur at vera grundað á grundreglur Baden-Powells, ið byggja á patrúljuskipanina. Hetta verður framt gjøgnum skiftandi arbeiðshættir við trúboðan, kristnifrálæru, skótaítrótti, útilívi og øðrum mennandi virksemi, har skift verður millum samarbeiði við onnur og við sjálvstøðugt virksemi hjá tí einstaka.

Søgan um skótarnar er ein partur í bókini: “Leirvíkar bygdarsøga – Bind 2”, ið Martin Fjallstein hevur skrivað. Martin var sjálvur ein av stovnarunum av skótaarbeiðinum í Leirvík 1962.

Søgan um skótarnar í Leirvík er sera væl greinað og fyllir nógv í bókini.