Í vikuskiftinum vóru vit á legu við eldru úlvunum í Leirvíks Páll. Vit byrjaðu leguna sjálvan Flaggdagin við skrúðgongu, røðu, sangi kondibingo og øllum tí, sum hartil hoyrir. Aftaná flaggdagshaldið fóru vit vónrík og spent avstað, kanska onkur við eitt sindur av summarfuglum í búkinum, tí tað er ikki bara bara at vera heimanífrá í fleiri nætur á rað.
Leiðin gekk til Giljanesar, har vit høvdu fingið innivist. Eitt avbera gott stað at vera á legu. Tað fyrsta kvøldið gekk við hugna og góðum mati, sum úlvarnir sjálvir gjørdu. Kanelstongin smakkaði sera væl. Vit hugnaðu okkum í høllini og hugdu at Mowgli filminum, áðrenn farið varð í posan.
Fríggjadagin fóru vit tíðliga upp og fóru til gongu til Gásadals. Har kókaðu vit okkum tomatsuppu á stormkøki, hugnaðu okkum og spældu saman. Hóast veðrið ikki var tað allarbesta, fylgdu vit okkara ætlan og róu síðani við kano á Leitisvatni út á Bøsdalafoss.
Á veg út á Bøsdalafoss fingu vit eitt upplivilsi, sum vit nokk fara at minnast leingi. Tann eina kanoin rendi á land og skoraði seg fasta. Tað endaði við at leiðarin í hesari kanoini mátti hoppa útí og halda í kanoini, so hon ikki koppaði. Í rokanum misti leiðarin telefonina í vatnið og fekk ikki givið boð frá sær. Tey máttu øll venda aftur, meðan hini hildu áfram við túrinum. Tá tey koma aftur til skúlan uppdagaðu tey, at lykilin var við Bøsdalafoss. Ein skóti er ikki ráðaleysur, so tey komu inn í skúlan – men hvussu, koma vit ikki nærri inn á her.
Hinir úlvarnir komu út á Bøsdalsfoss í øllum góðum, har vit gjørdu okkum kjøtfrikadellur og eplamos á stormkøki. Túrurin var strævin, langur, hugnaligur og ikki minst stuttligur. Úlvarnir góvu alt teir orkaðu fyri at fáa kanoirnar aftur og fram. Tey vóru fyrimyndarlig at hjálpa til, hóast tey vóru bæði køld og móð.
Leygardagurin bleiv brúktur á flogvøllinum, har vit fingu eina spennandi rundvísing, koyrdu brandbil, sóu tyrluna fara, gingu runt uttanfyri flogvøllin og sóu annars tað, sum vit vanliga ikki síggja sum ferðafólk.
Vit endaðu leguna við lambskjøti, eplum og sós, sum úlvarnir sjálvir høvdu gjørt. Hóast tað smakkaði væl, vóru vit øll samd um, at vit gleddu okkum til at koma heimaftur til døgurðan frá mammu og babba.
Ein góð lega er farin afturum bak, har vit hava lært nakað um náttúruna, áhaldni, samstarv og sjálvbjargni – ein røtt skótalega.