Nú Edvin er farin um sýn, vilja vit í skótabólkinum Leirvíks Páll minnast hann við hesum orðum.

Edvin gjørdist limur í Leirvíks Páll frá fyrsta degi skótarnir í Leirvík vórðu stovnaðir í 1962. Honum dámdi sera væl skótaarbeiðið og skótalívið við fundum, legum, skeiðum og útferðum. Vit plagdu at siga, at Edvin var føddur skóti.

Edvin var virkin í skótunum tey fyrstu árini til hann fór til Danmarkar á læraraskúla.

Í sjeytiárunum varð hann aftur virkin í bólkinum, sum liðhjálpari og seinni sum bólkahjálpari. Nakað seinni gjørdist hann eisini limur í landsnevndini hjá KFUM-skótunum í Føroyum, har hann sat í fleiri valskeið.

Í 1980, tá ið fyrsta Gilwell skeiðið í Føroyum varð hildið á Kambsdali, var Edvin við í skeiðleiðsluni.

Tá ið Brekkulegan 1983 skuldi leggjast til rættis, varð Edvin valdur sum leguleiðari, saman við fleiri øðrum.

Edvin luttøk á nógvum tiltøkum kring landið og sum oftast í leiðsluni. Í 1982 fóru skótarnir í Leirvík at vitja vinabólkin í Nottingham og Edvin var við á ferðini. Har møtti hann Alison, sum seinni bleiv kona hansara. Tey búsettust í Leirvík og fingu 4 børn.

Eitt av slagorðunum hjá skótunum er: “Eina ferð skóti – altíð skóti.” Hetta kundi sanniliga sigast um Edvin!

Góða Alison, Esther Marie, Andrias, Durita og Rannvá. Harrin styrki tykkum øll í sorgini og sakninum. 

Æra verður minnið um skótavinin Edvin Joensen.

Skótabólkurin Leirvíks Páll

Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju hósdagin 24. oktobur kl. 13.00.

Edvin lærir skótar at brúka kumpass