Sum vant skipa skótarnir fyri flaggdagshaldið í Leirvík.
Flaggdagshaldið í ár verður úti í Bug og byrjar kl. 15:00. Jógvan á Lakjuni flytir fram røðu og Bárður á Lakjuni syngur.
Aftaná er kondibingo, ið endar við skótahúsið, har vit bjóða vafflur, kaffi, te og saft. Seinastu árini hevur verið stórur vøkstur í søluni, og vit hava ikki ordiliga klára at fylgt við, men nú hava vit keypt enn fleiri bingoplátur og vinningar.
Skótar í øllum aldri møta til skrúðgonguna, ið fer frá skótahúsinum kl. 14:30