“Ger títt besta” er slagorðið hjá úlvunum, og tað var tað børnini í 3. og 4. flokki í Eysturkommunu máttu gera hósdagin í síðstu viku, tá teir skuldu royna seg sum úlvar. Tað vóru tey, sum longu eru úlvar í teimum flokkunum, sum stóðu fyri degnum, saman við teirra leiðarum Sáru Thomsen og Hallur Foldbo.
Børnini møttu á skúlavøllinum í Leirvík, har fleiri sangir og spøl í besta skótastíli vóru sungnir og spæld. Flokkarnir vóru síðani býttir upp í skótapatrúljur, og skótakappingin byrjaði. Børnini sluppu at royna seg við kano, øksakasti, kimspæli, havsvimjing, mat á báli og mongum øðrum.
Tað var nógvur vindur, og veðrið var ikki til vildar – rættuligt skótaveður – kunnu vit freistast at siga. Men skótar falla ikki í fátt. Kappingin bleiv tillagað og gjøgnumførd, og børnini fingu royndir við, at onkuntíð gongur ímóti, men so má man standa saman og gera ein størri innsats fyri at gjøgnumføra. Tað hevur týdning at gera sítt besta.
Baden Powell, sum stovnaði skótarnar, skrivaði eina seinastu heilsan til skótarørsluna, áðrenn hann fór foldum frá. Í heilsanini legði hann dent á, at tað hevur týdning, at vit gera okkara besta, soleiðis at heimurin er eitt betri stað, tá vit fara foldum frá, enn tá vit komu.
Skótaboðskapurin hevur ongantíð verið meira viðkomandi enn í dag. Og virksemið er við til at menna børnini at gjøgnumføra, hóast forðingar, at leiða onnur við “learning by doing”, at verja náttúruna og mangt annað.
Um vit øll hava hendan hugburðin “Ger títt besta”, sum skótarørslan lærir, verður heimurin eitt betri stað.