Nýggja innlimingarskipanin hjá KFUM skótunum í Føroyum er klár og tí er tíðin komin til at allir úlvar, skótar, ungdómsskótar, rovarar og leiðarar skulu innlimast. Vaksnir limir, t.e. stuðlandi limir, eru eisini meira enn vælkomnir.

Limaskipanin er gjørd soleiðis at limirnir hanga í skipanini ár um ár. Tó so fær man eina fráboðan áðrenn limagjaldið verður trekt hvørt ár, og hevur tá møguleikan at lima seg úr skótunum. Um gjaldskortið gert óvirkið er neyðugt at innlima seg av nýggjum.

Limagjaldið er 350 kr árliga. Um tað er onkur, ið hevur tað trupult fíggjarliga, so gjalda vit limagjaldið. Vendi tykkum til Helmu Mariu á tlfnr. 593056 viðvíkjandi hesum ella um tit hava aðrar møguligar spurningar.

Vegleiðing:

  1. Far inn á www.skoti.fo
  2. Trýst á “Nýggjur limur? Stovna nýggjan brúkara her” undir flaggmyndini
    • Tú kanst velja at gera brúkara við facebook brúkara, men brúkarin tú gert skal samsvara við limin, t.v.s. foreldur kunnu ikki nýta sín facebook brúkara fyri at innlima børnini.
    • Um tú ikki nýtir facebook brúkarin, so skalt tú fylla alt út.
      • Kommuna skal verða “Non-danish”
    • Tú verður spurd/ur um vit kunnu leggja myndir út av liminum og hvat fyri slag av myndum. Um tú ivast hvat er hvat, so er ein frágreiðing at finna her.
  3. Tá ið brúkarin er gjørdur skal man velja “Liðtilmelding”.
    • Minnist til at velja Skótabólkurin Leirvíks Páll tá ið tit skulu velja bólk.
  4. Tað er møguligt at leggja familjulimir afturat brúkarinum, so at man bert hevur eina innritan.
    • Um tú hevur fleiri familjulimir inni á brúkarinum mást tú minnast til at skifta til rætta familjulimin ovast í høgra hornið, tá ið tú skalt innlima viðkomandi. Navnið hjá viðkomandi skal standa ovast í høgra hornið.