5. mai 2022 fyllir skótabólkurin hjá okkum 60 ár. Tað var Martin Fjallstein, ið stovnaði skótaliðið í Leirvík 5. mai 1962.

Martin var liðleiðari og tað vóru tvær patrúljur vóru stovnaðar; Royðrar og Sildrekar. Av fyrstani tíð var liðið í bólki í Fuglafirði.

Skótaarbeiði steðgaði upp í 1967 og var endurstovnað í 1973. Nøkur ár seinni, í 1976, byrjaðu ungdómsskótar og úlvar og í 1978 byrjaðu gentuskótarnir.

Síðani 1973 hevur arbeiði sum heild koyrt væl, hóast virksemi hevur verið avmarkað okkurt ár. Í dag hevur bólkurin eini 90 virknar úlvar, skótar, ungdómsskótar og leiðarar.

Les meira um søguna hjá skótabólkinum í Leirvíkar Bygdasøgu Bind 2 eftir Martin Fjallstein.