Í gjár, 31. august 2022, fingu vit handa eina neystagrund frá Eysturkommunu.

Grundin er í Bug í Leirvík, t.e. har sandurin er, og vit fara nú at byggja eitt neyst til kanoirnar og aðra útgerð, ið vit brúka við sjógvin. Í dag læna vit eitt neyst í Bug at hýsa kanounum.

Borgarstjórin Per Martin Gregersen og forkvinnan í Mentunarnevndini Hanna Jensen handaðu grundina vegna Eysturkommunu og umboðandi bólkaráðið og leiðarnir hjá okkum tóku Marnar Suni Olsen og Kirsten Danielsen, Hans E. Mikkelsen og Viktor P. Joensen ímóti.

Takk fyri stuðulin Eysturkommuna.