Her eru røðurnar frá tí at jólatrøini í Eysturkommunu blivu tendraði. Trýst á tí, ið tú vilt lesa og røðan kemur fram.
Hannipoula Olsen, við Gøtugjógv, 4. desembur 2023
Fyrst vil eg takk fyri heiðurin at bera fram røðu til hesu hátíðarligu løtu, nú okkara stóra vakra jólatræ skal tendrast.
Eisini vil eg nýta høvi takka skótunum fyri at tey skipa fyri hesi løtu, tí tey veruliga gera løtuna so ómetaliga nógv hugnaligari.
Nokkso langtsíđani, tá eg var lítil, og træið í Leirvík skuldi tendrast, plagdi eg at sleppa við ommu (Brynhild) og ommudid (Ragnu), sum tá sungu í sangkórinum Gøta-Leirvík, og Torvald, sum sjálvandi koyrdi. Og eg minnist hvussu flott tað var við øllum faklunum, sum skótarnir bóru, og eg ynskti, at hetta eisini var í Gøtu, tá vit tendraðu okkara jólatræ. Og hyggasíggj. Her er enn eitt prógv uppá góðu kommunusamanleggingina.
Jólatræið hevur fleiri og ymiskan týdning í mentanarligum og trúarligum sambandi. Í Nordiskari siðvenju hevur jólatræið serliga havt týdning sum ein ljósvarði, ið vísir á vón hesi í myrku tíð fram til gleðiligu jólini.
Tað er tí eitt sindur løgi at standa her og fortelja tykkum um myrkur og kulda og jól, tí sum tit nokk flestu vita, so hava eg og familja mín hátíðarhildið jól, sum hava verið langt frá kulda og myrkri.
Í Australia er nemliga ikki jólaferia um jólini. Man fær ístaðin eina langa summarferiu fyrst í desembur mánaði, og seinni í summarferiuni koma jólini. Hetta merkir, at har byrjar alt jólastáki nógv seinni enn tað, sum vit eru von við her heima í Føroyum, tí øll eru í summarferiu. Man byrjar sostatt ikki jólaspenningin fyrst í desember við løtum sum hesa at tendra jólatræið.
Og tó so. Tætt upp undir jól, ja onkrastaðnis entá sjálvan jólaaftan, halda tey ‘Carols by candle light’ – jól við kertuljósum. Tað minnir kanska eitt sindur um hetta, og eisini um Jól við Løkin, har kendir sangarir framføra alskyns jólaløg. Men har yviri er tað uttandura, og fólk hava teppir at sita á, matpakka í kølutasku, og ein hvør tendrar eitt kertuljós.
Tá er tað als ikki kalt sum nú, men heitt, eisini alt for heitt, at man bara ynskir sær at dasa á strondini og svala sær av í sjónum. Man orkar heldur ikki at eta jólamat eins og vit gera her heima. Jóladøgurðin, sum er jóladag og ikki jólaaftan, inniheldur ymiskar salatir, rækjur, fingramat, jóla-skinku – ja, alt er kalt. Og dessertin er ein australsk pavlova – ein marengsbotnur við róma og frískari summar frukt omaná. Hendan liggur nemliga ikki so tungt sum rísalamande, og man orkar at leypa út í svimjihylin at spæla aftaná.
Hetta er alt sera hugnaligt, og líka so stór ein familjutíð sum her heima, men tað er ikki jólaligt á sama hátt sum her heima. Bygdir og býir vera pynta við jólaprýði – við kakaflykrum, kavamonnum og jólamonnum í stórum tjúkkum, heitum klæðum við kavasledum – alt sum týður uppá at jólini eru nordisk.
Í Australia halda tey eisini, at Jólamaðurin býr á Norðpólinum, og hann flýgur longu leiðina hagani á sledu síni við reinsdjórunum at leggja gávurnar undir træið jólaaftan.
Jólamorgun, tá vit so vaknaðu, hevði hann oftani vitja familju okkara her í Føroyum fyrst, og tók gávurnar frá teimum við sær, og kundu vit tá opna gávurnar saman gjøgnum facetime. Tí tá tað er jólamorgun har yvuri, tá er jólaaftan her heima. So tá dunnan skuldi sjunkna eitt sindur, so var upplagt hjá ommu og abba ella mostur og teimum at ringja.
Spennandi verður at vita, hvussu tað fer at rigga í ár, nú jólagávurnar frá nana og grandpa skulu hendanvegin í staðin, men jólamaðurin eru jú magiskur, so tað skal nokk eisini fara ganga. Hann hevur hvørtfall fingið bræv um, at vit búgva nú í teimum gulu húsunum. Vit gleða okkum í hvørtfall.
Og við hesum fari eg at ynskja tykkum og øllum tykkara, nær og fjar, eini heit og fjálg gleðilig jól.
Maria H. Joensen, Leirvík, 5. desembur 2023
Gott kvøld góðu leirvíkingar og eysturbúgvar.
Tað er mær ein heiður at vera biðin um at siga nøkur orð nú ársins jólatræ í bygdini verður tendrað. Ein løta eg sjálv altíð havi elskað, ein løta, ið eg sum barn bíðaði eftir, tí í mínum hugaheimi merkti hon ikki bert, at ljósini á vakra og stóra jólatrænum blivu tendraði, men øll jólini; og hóast veðrið mangan hevur verið kalt og illfýsið, so er løtan altíð fjálg og felagsskapurin heitur.
Líka so væl sum hendan løtan kring jólatræið var byrjanin uppá jólahátíðina, so var fyri meg sum barn, jólahugnin og dansurin um jólatræið í missiónshúsinum millum jólanna, vakra symbolska sloyfan, sum pakkaði jólini niður ár eftir ár. Í okkara parti av verðini er trupult at ímynda sær eini jól uttan jólatrø, men so hevur ikki altíð verið.
Jólatræið er ikki bert fagurt á at líta, men útstrálar eisini ein uppaftur fagrari boðskap. Myndatala hjálpir okkum at greiða frá upplivingum og hugtøkum, sum eru trupul at úttrykkja við orðum. Júst hesin symbolski týdningurin sigst eisini at vera upprunin til jólatræið.
Søgubøkurnar siga frá, at tað var týski presturin, Martin Luther, sum fyri uml 500 árum síðani, á veg heim gekk í gjøgnum ein grannskóg eitt stjørnuklárt vetrarkvøld. Hann bleiv heilt hugtikin av, hvussu ljósglæmurnar frá stjørnunum glitraðu sum vakrir gimsteinar í millum greinarnar á høgu vetrargrønu granntrøunum í kavaklædda skóginum. Hetta kendist sum ein opinbering, ein áminnan um, at ljósið altíð vinnur á myrkrinum og vísir okkum vegin fram og á vón um ljósari tíðir. Hetta fekk hann at hugsa um Bethlehem stjørnuna, sum vísti vísmonnunum vegin til lítla Jesus barnið.
Fangaður av løtuni og við ynskinum um at sleppa at deila hesa guddómligu uppliving við konu og børnum sínum, tók hann eitt lítið granntræ heim við, sum hann setti kertuljós á. Familjan settist kring ljósklædda træið í hugnaligu stovuni og Martin Luther greiddi teimum frá stjørnuhimmalinum og jólaboðskapinum – um frið á jørð og í menniskjum góður tokki.
Ein onnur søguliga jólahending, ið lýsir, hvussu jólafriðurin og gleðin kann birtist innanífrá, breiðast út og ávirka onnur, sjálvt undir teimum mest døpru og tungu umstøðunum, er nevnliga spontana vápnahvíldin ímillum ensku, fronsku og týsku hermennirnar jólaaftanskvøld í 1914. Úr køldu og myrku skotsgrøvunum, hoyrdu teir ensku og fronsku hermennirnir, teir týsku syngja jólasangir hinumegin ongina einans 150 metrar frá. Eisini sóu teir, at týsku hermennirnir høvdu kynt lítið bál og stilla jólatrø framvið týsku skotgrøvini. Hetta kveikti ein jólhýr hjá ensku og fronsku hermonnunum, sum eisini byrjaðu at syngja jólasangir. Sum kvøldið leið, byrjaðu partarnir at rópa sínamillum – ikki við háðandi viðmerkingum sum vanligt, men við einum meira vinaligum tónalagi. Teir avtalaðu, at møtast dagin eftir í Ongamannalandi, har teir, sum líkastillaði menniskju, prátaðu, jarðaðu teirra falnu, tóku myndir, deildu søtmeti og sparkaðu enntá fótbólt saman. Har valdaði friður á jørð og í menniskjum góður tokki, í hvussu so er ta løtuna.
Ótrúligt, men vísir samstundis á, hvussu sterkur jólastemningurin er, um hann fær okkara dýrabara uppmerksemi. Hetta fær meg at hugsa um kendu orðini hjá Markusi Aurelius: “Gev mær sálarró at góðtaka tað, sum ikki kann broytast. Gev mær dirvi at broyta tað, ið kann broytast og gev mær vísdóm at skilja ímillum”.
Hermennirnir høvdu dirvið at geva jólaboðskapinum ans, settu krígsandan á pausu og loyvdu innaru jólagleðini framum. Teir valdu løtufriðin, hóast ótespiligar umstøður. Í øðrum hami, er hetta nakað, sum er eins viðkomandi fyri okkum ídag, har ferðin í samfelaganum er høg, krøvini vit seta okkum sjálvum stór og eru tað alsamt fleiri menniskju, sum eru strongd. Kanska eiga vit at minnast til at steðga á og velja
løtufriðin í øllum meldrinum, finna jólafriðin í øllum jólaresinum ella kærleika og takksemi í sorgini.
Tí líka so væl, sum jólini fyri tey flestu eru ein fjálg og hugnalig tíð, so kann hon eisini vekja sút og longsul fyri tey, ið hava mist ein kæran og tyngd fyri onnur, ið eru sperd á annan hátt. Men, sum søgan handan fyrsta jólatræið hjá Martini Luther eisini boðar frá, so kunnu ljósini á jólatrøunum uggandi minna okkum á, at vón, kærleiki og góðvild vinnir í síðsta enda á myrkrinum, eins og troyttu og køldu hermennirnir í
1914 vóru eitt livandi dømi um. Tí ljósið býr jú inni í hvørjum einstøkum menniskja og vit avgera tí nær og í hvørjum hami tað sleppur at skína. Tað er í hesum samanhangi eisini hugaligt at síggja, at Eysturkommuna og eysturbúgvar, sum heild, gera meira og meira burturúr við at heingja vakrar ljósperur og onnur jólaljós upp, ið ikki bert fjálga um, men sum eisini kveikja okkara innaru jólagleði.
Við hesum fari eg at ynskja tykkum øllum eina gleðiliga og rokaliga jóltíð, har tit velja, nær jólafriðurin skal valda. Eg vil somuleiðis nýta høvi at takka ágrýtnu og trúføstu skótunum, sum hvørt ár eru við til at seta sín hátíðarliga dám á hesa sera hugnaligu løtu.
Takk fyri.