12. juni høvdu síðsta skótafundin hetta skótaárið. Veðrið var gott og leiðin gekk niðan á Leirvíksfjall. Komin niðaná varð farið í gongd at telgja spønir og høgga brenni. Tá ið eldur var komin í bálið, sungu vit nakrar sangir og spældu nøkur sangspøl. Síðani grillaðu vit pylsur og snobreyð.

Leiðarnir takka fyri í ár og vóna at vit síggjast aftur í heyst.

Ger títt besta!

Ver til reiðar!

448406017 1795108027644549 7505496816774637578 n
« of 53 »